140x140

Svanurin og Blóman

Tvey umhvørvismerki eru alment viðurkent av norðurlendskum myndugleikum: evropeiska umhvørvismerkið Blóman og norðurlendska umhvørvismerkið Svanurin. Nógv ymisk sløg av vørum kunnu vera umhvørvismerkt. Køksrullur, vaskievni, máling, møblar, vaskimaskinur og teldur eru dømir um vørur, sum eru merktar við antin Blómuni ella Svananum. Harafturat kunnu tænastuveitingar sum gistingarhús og bilavask eisini verða umhvørvismerkt. Matvørur og heilivágur verða ikki merkt við Blómuni ella Svananum.  

 

Ger tað lætt at velja rætt

Umhvørvismerkini gera tað lætt og skjótt at finna umhvørvisvinarligar vørur. Tá ein vøra er merkt við Blómuni ella Svananum, er tað trygd fyri:

  • At vøran er millum tær minst umhvørvistyngjandi av sínum slag,
  • At atlit eru tikin at tínari heilsu,
  • At góðskan er góð.
     

Blóman og Svanurin eru skipanir, sum framleiðarar sjálvbodnir kunnu velja at brúka, tó fyri ávísan kostnað. Tí kunnu vørur vera til keyps, sum liva upp til treytirnar fyri at verða umhvørvismerktar, men tó ikki eru tað.

Fyri brúkarar og innkeyparar er ikki altíð lætt at vita, hvørjar vørur eru umhvørvisvinarligar. Blóman og Svanurin gera tað lættari og tryggari at velja ta grønu loysnina.

Tá tú spyrt eftir og keypir umhvørvismerktar vørur og tænastur, sendur tú samstundis eitt greitt tekin til framleiðararnar um at menna vørur, sum liva upp til høgu umhvørviskrøvini, sum merkini seta. Á hendan hátt kanst tú virka fyri, at enn fleiri umhvørvisvinarligar vørur vera í at velja.
 


Hvør munur er á Blómuni og Svananum?

Bæði merkini gera tað sama: seta  krøv til vørurnar. Størsti munurin á Blómuni og Svananum er, at tey hava uppruna í ávikavist ES og Norðurlondum, og at tey fevna um ymiskar marknaðir. Endamálini og umhvørviskrøvini handan merkini eru sera lík. Umhvørviskrøvini verða dagførd fjórða ella fimta hvørt ár, og er hetta trygd fyri, at krøvini áhaldandi verða eftirmett.
 

 

Svanurin varð settur á stovn av norðurlendska ráðharraráðnum í 1989, og verður nýttur í øllum norðurlondum.

 

Blóman varð sett á stovn av ES í 1992, og verður nýtt í Evropa. Umleið 4.500 vørur eru merktar við antin Blómuni ella Svananum, og alsamt fleiri leggjast aftrat.

 

 

Svana- og Blómumerktar vørur

Niðanfyri eru leinkjur til heimasíður, sum vísa hvørjar vørur finnast í ávikavist Danmark og í Norra, sum eru merktar við antin Svananum ella Blómuni.

 
 

Les hvat onnur skriva

  • Les meira um Svanan og Blómuna her á heimasíðuni hjá Miljømærkning Danmark, www.ecolabel.dk   
Vit tú vita meira?
Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo

 

Svanurin og Blóman